2024-11-08 08:56
Seinnapartin fæst at vita, hvør tað verður, ið skal vera nýtt landsstýrisfólk í orku- og umhvørvismálum fyri Ingilín D. Strøm, sum legði frá sær herfyri.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur kallað inn til móttøku og tíðindafund í Tinganesi kl. 14 har nýtt landsstýrisfólk verður tilnevnt.
Móttøkan er ikki almenn, men fjølmiðlarnir eru vælkomnir at luttaka, skrivar Løgmansskrivstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald