2021-08-30 19:03

Klaksvíkar kommuna: Ein partur frammanfyri Biskupstorg, sum hevur verið lagt við grúsi, verður nú asfalteraður, so parkeringsøkið verður fram við vegnum her inn móti flisalagda túninum.
Eisini verða kantar gjørdir aftur frá gravingini fyrr í vár, tá m.a. grivið varð fyri sjóhitaskipanini til Mentanarhúsið. Tí verður eisini leiðingsveitin í túninum frammanfyri Politistøðina og har, sum bussarnir steðga, asfalterað í næstum.
Fyribils verður riggað til, kantar gjørdir og undirlagið fest, so til ber at asfaltera – helst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald