![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bakkafrost hevur seinastu tíðina keypt meginparin av partabrøvunum í Scottish Salmon Company.
Les eisini: Bakkafrost eigur nú næstan 96 prosent í SSC
Nú er greitt, at alifelagið í Skotlandi fær føroyskan stjóra. Craig Anderson fer frá sum CEO (Chief Executive Officer), og Odd Eliasen tekur við. Fuglfirðingurin hevur seinastu árini staðið á odda fyri Havsbrún, ið er partur av Bakkafrost (Bakkafrost Group)
Norðlýsið skrivar, útfrá almennu útmeldingini til børsen í morgun, at tað var semja millum partarnar, at eitt stjóraskifti skuldi fara fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald