Fyri tveimum vikum síðani vórðu tríggir mans dømdir til deyðis, og ein maður dømdur til lívstíð, fyri at hava dripið tvær norðurlendskar kvinnur í fjallendinum nærhendis Sale í Marokko. Talan var um eitt álop við knívi - við íblástri frá IS, ið varð kannað sum eitt yvirgangsmál. Hóast teir tríggir deyðadømdu menninir játtaðu seg sekar, hava teir nú kært dómin. TV2 skrivar, at tað er ikki greitt, um tað er skuldarspurningurin ella revsingin, ið teir hava kært.
Les eisini: - Fingu deyðadóm fyri dráp á norðurlendsku kvinnurnar
Familjurnar eru heldur ikki nøgdar við úrslitið av rættarmálinum - hjá teimum er tó talan um málini um endurgjald. Familjan hjá norsku Maren Ueland fekk eina upphædd á áleið 1,4 milliónir, men tey ynkstu tvær milliónir fleiri, og spurningurin er, um tey undir umstøðunum fáa nakran pening, tí talan er um fátækar menn.
Louisa Vestager Jespersen var bert 24 ár, tá hon varð myrd í norðurafrikanska landinum. Familja hennara fekk ikki viðhald, og nú váttar Khalid El Fataoui, sakførarin hjá familjan hjá myrdu donsku kvinnuni, fyri TV2, at tað verður kært.
Uttanlands
Øll kæra í Marokko
Teir deyðadømdu hava kært dómin, og familjurnar hjá Louisu Vestager Jespersen og Maren Ueland hava kært avgerðirnar um endurgjald
2019-07-31 17:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald