2022-07-12 06:56

Tað tykir sum um fólk hava aktað boðini frá løgregluni í gjár um at tjóðra leys ting, sum kundu farið á flog í nógva vindinum, sum hevur verið í nátt.
Tí fráboðanir um vindskaðar hava ongar verið í nátt.
- Vit hava hoyrt um onkra leysa takplátu í Vági, og at onkur rútur er farin í drívhúsinum í Sandavági, men hetta hevur ikki elvt til nakran skaða, staðfestir vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald