Uttanlands

Orbán: Evropa má skifta kós, um Trump vinnur

Evropa má umhugsa stuðulin til Ukraina, um Donald Trump verður afturvaldur, sigur ungarski forsætisráðharrin

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

2024-11-03 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropa má umhugsa stuðulin til Ukraina, um Donald Trump verður afturvaldur til forseta týsdagin, sigur ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán.

– Vit noyðast at ásanna, at um har kemur ein forseti í USA, sum gongur inn fyri friði (...) kann Evropa ikki halda fram at vera fyri kríggi.

Orbán hevur gjørt vart við seg við sínum meira jaligu áskoðanum mótvegis Russlandi, og tí stuðlar hann republikanska forsetavalevninim Donald Trump, sum sambært honum kann fáa eina friðaravtalu í lag millum Russland og Ukraina.

Hósdagin í komandi viku hittast evropeiskir leiðarar í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, har kríggið í Ukraina er millum evnini á dagsskránni, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder