Sannlíkindini fyri, at sjúkan bluetongue disease, ið rakar kleyvdjór, skal gera um seg í Føroyum eru sera smá. Tað staðfestir Heilsufrøðiliga starvsstovan, nú sjúkan hevur breitt seg í Evropa, og eisini er komin til Danmarkar.
Bluetongue disease smittar fyrst og fremst við ávísum smáum mýggjabitum – culicoides – sum skulu koma allan vegin úr smittaðum øki til Føroya fyri at bera smittuna við sær.
Afturat tí, at tað er lítið sannlíkt, at hesir smittaðu mýggjabitar koma so langa leið yvir hav, er smitta á henda hátt mest sannlík tá tað er heitt í luftini, meira enn 15 hitastig.
- Seinastu 15 árini hava vit als ikki loyvt innflutningi av livandi kleyvdjórum, hetta forðar fyri, at t.d. neyt fongd við bluetongue disease koma til Føroya, og at føroyskir mýggjabitar síðani taka sjúkuna víðari í landinum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Bluetongue disease virus er eisini at finna í sáð hjá sjúkum djórum. Innflutningur av sáð er í kunngerð álagdur treytir, sum best møguligt tryggjar móti bluetongue disease og øðrum sjúkum.
- Um so er, at seyður, neyt ella geitir hava sjúkutekin, sum minna um bluetongue disease ella aðrar álvarsligar sjúkur, eigur ein at venda sær til praktiserandi djóralækna, sum tekur støðu til, hvørt tað er orsøk til at fráboða landsdjóralæknanum um sjúkuna.
Vanligu sjúkutekinini eru fepur, og serliga seyður hovnar um nøs og munn og tað rennur úr eygum, nøs og munni. Tungan kann hovna og gerast blá. Seyður er rættiliga viðbrekin fyri bluetongue disease, kastar ofta burtur og kann doyggja av sjúkuni.
Sjúkan smittar einans ávís jóturdýr og mýggjabitar og er ikki vandamikil fyri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald