Innanlands

Óskrásettir bilar skulu ikki standa á almennum øki

Verða tí fluttir burtur fyri eigarans rokning

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-03 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur verið á einum parkeringsplássi í Havn og lagt seðil á forrútin á nøkrum bilum við boðum um at flyta bilarnar.

Talan er um óskrásettar bilar – altso bilar uttan nummarplátur. Tað er ikki loyvt at hava óskrásettar bilar standandi á almennum øki.

- Vanliga er tað soleiðis, at tað er kommunan, sum biður okkum geva eigaranum boð um at fáa bilarnar fluttar. Í førum sum hesum, leggja vit fyrst ein seðil á forrútin við boðum til eigaran, men vit royna eisini at fáa fatur á eigarunum.

- Verður bilurin ikki fluttur, so syrgja vit fyri at fáa bilin fluttan til eitt avlæst øki. Skipanin hjá kommununi er so, at bilurin ikki verður útflýggjaður aftur fyrr enn eigarin hevur goldið fyri kostnaðin av at fáa bilin fluttan, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Tað kemur meira enn so fyri, at bilarnir ikki verða heintaðir, og so verða teir burturbeindir eftir eina tíð. Tórshavnar kommuna hevur eitt avlæst øki á Sandvíkarhjalla til endamálið, og høvuðsstaðarkommunan hevur eisini gjørt avtalu við onkra aðra kommunu um at brúka hetta økið eisini, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Í hesum førinum, har tríggir bilar hava staðið parkeraðir á einum øki við kirkjugarðin í Havn, fer løgreglan í dag at royna at finna fram til eigaran av bilunum. Hetta kann t.d. gerast við at avlesa stellnummarið, ella kanska skrássetingarnummarið finst á onkrum lepa á forrútinum, um bilurin hevur verið til sýn hjá Akstovuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder