
TV2 í Danmark skrivar, at norski flokkurin, Selvstendighetspartiet, sum stillar upp til komandi kommunuval í Noreg, kortini ikki sleppur at leigað Litteraturhuset í Oslo til eitt tiltak, sum skuldi verða fríggjakvøldið.
Talan skuldi vera um eitt slag av tíðindafundi ella práti. Avtalan kom upp á pláss í seinastu viku, men í gjár fekk Litteraturhuset boð um, at Selvstendighetspartiet hevði bjóðað Rasmus Paludan, sum skuldi hittast við flokkinum
Litteraturhuset skrivar á sínari heimasíðu, at dømdi leiðarin í Stram Kurs hevur gjørt seg inn á einstaklingar og ávísar samfelagsbólkar á hatursfullan hátt, og hetta ger, at sjálvt um eitt av mest umráðandi endamálunum hjá húsinum er talufrælsi, so eru fleiri dømi viðvíkjandi Paludan, har hann fer yvir markið.
Gjørt verður greitt, at Paludan ikki er vælkomin at koma at tosa í Litteraturhuset og spreiða sín hatursfulla boðskap. Á heimasíðuni verða fleiri dømi givin um ljótar og hatursfullar útsagnir hjá nógv umstrídda dananum.
Seinast í juli mánaði noktaði Langelandsfestivalen Paludan at koma á festival
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald