Innanlands

Pensjónsaldurin sendur til hoyringar

Ætlanin hjá landsstýrinum er at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár galdandi frá 2042 – samráðingarnar um eina breiða semju halda fram

2024-11-07 11:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í galdandi almannapensjónslóg er ásett, at pensjónsaldurin skal fylgja gongdini í livialdrinum hjá føroyingum.

Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tí hevur Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár. 

Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Miðað verður eftir at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin. Politiskar samráðingar eru millum politisku flokkarnar, men enn er ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram komandi tíðina.

Sambært uppskotinum verður núverandi pensjónsaldur á 67 ár galdandi fyri fólk, sum eru fødd fram til 1. juli 1957.

Síðan hækkar pensjónaldurin í 10 stigum.

  • Pensjónsaldurin verður 67 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1957 til 31. desember 1962
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár – fyri fólk fødd frá 1. januar 1963 til 31. desember 1966
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 3 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. januar 1967 til 30. september 1967
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. oktober 1967 til 30. juni 1968
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 9 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1968 til 31. mars 1969
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár – fyri fólk fødd frá 1. apríl 1969 til 31. desember 1969
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 3 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. januar 1970 til 30. september 1970
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. oktober 1970 til 30. juni 1971
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 9 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1971 til 31. mars 1972
  • Pensjónsaldurin verður 70 ár – fyri fólk fødd eftir 31. mars 1972.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder