Nýggj ES-kunngerð um persónsdátutrygd varð sett í gildi í Danmark 25. mai í fjør. Endamálið er at harmonisera persónsupplýsingarlóggávurnar innan ES.
Av tí at Føroyar standa uttan fyri ES, eru Føroyar í hesum sambandi eitt sokallað 3. land mótvegis ES. Men Føroyar eru eitt "sikkurt triðja land", sum er ein góðkenning frá ES, sum byggir á eina meting av føroysku lóggávuni.
Við støði í føroysku persónsupplýsingarlógini og trygdarkunngerðini vendi Dátueftirlitið tann 2. oktober 2018 sær til Tórshavnar Kommunu, yvirskipað fyri at fremja eftirlit viðvíkjandi persónsdátutrygd í Tórshavnar Kommunu. Talan var um útvegan av sera rúgvusmiklum tilfari.
Fyri at uppfylla kravið um myndugleika- og ábyrgdarbýti og fyri at tryggja at starvsfólk og borgarar fáa neyðugu kunningina um innsavnan og viðgerð av persónsupplýsingum og rættindi, hevur Tórshavnar kommuna gjørt ein politikk fyri starvsfólk og borgarar.
Endamálið er at lýsa partar av trygdarfyriskipanum, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett í verk fyri at tryggja, at persónsupplýsingar, sum TK fær um hendi í samband við sítt virksemi, til eina og hvørja tíð verða viðgjørdir við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum, fyri at tryggja persónsvernd hins einstaka. Øll starvsfólk í Tórshavnar Kommunu eiga at fylgja hesum mannagongdum.
Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Tórshavnar Kommunu
Innanlands
Persónsupplýsingartrygd í Tórshavnar Kommunu
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt ein politikk um hetta útfrá ES-kunngerð
2019-09-24 16:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald