Uttanlands

Pete Buttigieg tekur seg úr valstríðnum

38 ára gamli fyrrverandi borgarstjórin hevur uppgivið at gerast forsetavalevni, men hann ætlar tó framvegis at stríðast fyri, at USA fær ein demokratiskan forseta

Pete Buttigieg (Mynd: EPA)

Pete Buttigieg (Mynd: EPA)

2020-03-02 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pete Buttigieg, fyrrverandi borgarstjóri í South Bend í Indiana, tekur seg úr stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.

Hesum boðaði hann frá í røðu, sum hann helt fyri veljarum sínum í South Bend í gjárkvøldið lokala tíð.

– Í kvøld taki eg ta tungu avgerð at gevast í valstríðnum um at gerast forseti í 2020. Eg vil framvegis stríðast fyi, at vit fáa ein demokratiskan forseta, segði hann sambært Ritzau.

38 ára gamli Pete Buttigieg vann annars fyrsta undanvalið í Iowa. Í New Hampshire gjørdist hann nummar tvey, í Nevada nummar trý, og um vikuskiftið gjørdist hann nummar fýra, tá undanval var í South Carolina.

Avgerðin um at gevast í valstríðnum kemur fáar dagar undan sonevnda supertýsdegnum, har undanval er í heili 14 statum, og fleiri enn 1.200 valmenn eru uppá spæl.

[object Object]Mynd: EPA

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fegnast um avgerðina hjá Pete Buttigieg. Í dagføring á Twitter skrivar hann soleiðis:

– Pete Buttigieg er úti. Allar hansara supertýsdags-atkvøður fara til svøvntunga Joe Biden. Frálík timing. Hetta er veruliga byrjanin til, at demokratarnir vraka Bernie – Eingin tilnevning, enn einaferð!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder