
Pfizer vísur á, at tey seinastu úrslitini av royndunum vísa, at koppingarevni er 95 prosent effektivt, og fyri fólk ið eru 65 ár, og harvið í vandabólki, er tryggleikin fyri, at tað riggar, 94 prosent.
Hetta verður mett at vera góð tøl, nú seinasta royndarstøði er gjøgnumført. Sambært stóru amerikonsku fyritøkuna, ið nú hevur boðað frá, at man næstan er til reiðar við koppingarevnunum, so hevur tað eingin stór hjárin við sær, og tað ikki er veruligur munur á virknaði hjá ymsum etniskum bólkum og aldursbólkum. Áleið 44.000 luttakarar hava verið við síðani í juli.
Hetta er tó framvegis bert á royndarstøði, og tað er eingin vissa fyrri, hvussu tað fer at hátta seg viðvíjandi nýtslu av koppingarevni. Tað fer framvegis at ganga nakað av tíð, áðrenn koppingarevni, ið Pfizer hevur arbeitt saman við BioNTech SE í Týsklandi um, verður spreitt nógv út. Fyrst verður tað givið til starvsfólk í amerikanska heilsuverkinum, boðar Pfizer frá.
Hetta verður veruleiki um heilivágsfyritøkan fær eina bráfeingis góðkenning frá amerikanskum myndugleikum, sum søkt verður um í einum av komandi døgunum.
Tað eru fleiri aðrar fyritøkur kring heimin, ið arbeiða við einum koppingarevni fyri koronu.
Sambært olympisku nevnduni, IOC, verða íðkaðarar sum skulu luttaka til OL í Tokyo komandi ár ikki noyddir til at koppseta seg, sjálvt um ein trygg og væleydnað koppseting er sett í verk áðrenn tað. Forsetin Thomas Bach sigur tó, at íðkararnir fáa tilmæli um hetta, um so er - hetta fyri at virða aðrar luttakarar, umframt íbúgvar í Japan, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald