Fyrr í dag bórust tíðindini um, at Philip prinsur er farin. Maður Elizabeth drotning av Bretlandi, hertogin av Edinburgh, gjørdist 99 ára gamal. Hann hevur havt hjartatrupulleikar og andaðist stillisliga á Windsor Castle í morgun.
Les eisini: Philip prinsur farin
Tað verður eisini við júst Windsor Castle, at Philip prinsur verður grivin, og tað er eftir hansara ynski. Jarðarferðin verður í St. George's Chapel á slottinum, skriva altjóða miðlar.
College of Arms, ið er ein myndugleiki, sum hoyrir undir húskinum hjá drotningi og sum samskipar jarðarferðina, hevur í dag staðfest, at talan ikki verður um eina ríkisjarðarferð.
Orsakað av koronufarsóttini verður almenningurin biðin um at halda seg burtur í samband við alt, ið hevur við jarðarferðina at gera.
Bretar syrgja í dag teirra prins, og nógv hava víst sína samkenslu við slottið og aðrastaðni. Millum tey, sum hava víst samkenslu í fráboðan, eru drotning Margretha - Philip prinsur varð føddur inn í danska og griska kongahúsið - og Boris Johnson. Bretski forsætisráðharrin vísti í røðu síni millum annað á stóra innstastin hjá prinsinum í seinna hemsbardaga, har hann tænti í bretska flotanum, og hvussu hann altíð hevur staðið við lið drotningsins og gingið á odda á ymsan hátt.
Føroya Løgmaður hevur eisini sent bretska kongshúsinum kongshúsinum samhugaskriv. Í skrivinum sigur løgmaðu at hann vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri sýnir samkenslu við hennara hátign Elisabeth drotning, bretska kongshúsinum og bretska fólkinum, nú Philip prinsur andaðist.
Elizabeth drotning og Philip prinsur vóru gift í 74 ár (Mynd:EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald