Posta burturvísti postboði av órættum

Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-14 09:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsfelagið hevur vunnið eitt rættarmál ímóti Posta um burturvísing av órættum vegna lim felagsins. Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað.

- Hetta er ein stórur lætti, at vit hava vunnið málið. Nú havi eg reinsað mítt navn, sigur fyrrverandi starvsfólkið á Posta.

Maðurin hevði arbeitt sum postboð í meira enn 30 ár. Fyrst í oktober 2020 helt leiðari hansara seg hava prógv fyri, at maðurin hevði snýtt Posta. Hann varð burturvístur, sum merkir, at Posta segði hann upp “upp á standandi fót” vegna grovt mishald av tænastuni. Hann fekk tí hvørki uppsagnartíð ella uppsagnarløn. Maðurin var ongantíð hoyrdur um tey faktisku viðurskifti, sum leiðarin legði til grund fyri burturvísingini.

Hann fór til Starvsfelagið, sum hansara vegna stevndi eftir endurgjaldi fyri burturvísing av órættum. Nærum eitt ár seinni er dómur sagdur í málinum, sum staðfestir, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði og ikki hevur snýtt Posta.

Í dóminum sigur rætturin m.a.:

• at eftir tí, sum er komið fram, má staðfestast, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði

• at man ikki kann staðfesta, at maðurin hevur við tímaskrásetingini ella av órættum hevur drigið sínar arbeiðsdagar út fyri at fáa yvirtíð

• at Posta visti alt um tímaskrásetingina og yvir longri tíð eisini hevur goldið honum fyri yvirtíðartímarnar uttan at seta spurnartekin við nakað

• at sjálvt um maðurin í tveimum førum hevur verið burtur frá arbeiðnum til læknakanning á landssjúkrahúsinum, uttan at siga frá, og í einum føri var inni og heilsaði upp á familju til hátíðarhald, so er tað ikki nóg mikið til at staðfesta grovt mishald av tænastuni, og at henda fráveran ikki hevur ávirkað arbeiðsuppgávurnar, sum maðurin sjálvur hevur avgreitt, uttan at neyðugt varð við avloysara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder