Mentan

PUSH – rætturin til ein búðstað

7. oktober sýnir Norðurlandahúsið heimildarfilmin PUSH, sum snýr seg um altjóða búðstaðarkreppuna

(Mynd: Janice d’Avila)

(Mynd: Janice d’Avila)

2021-09-29 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Búðstaðarprísirnir hækka og hækka. Lønirnar vaksa ikki. Kring allan heimin verða vanligir borgarar trokaðir burtur úr býum, tí stórir, privatir megingrunnar og búðstaðarspekulantar leggja seg á búðstaðarmarknaðin og krevja ovurstórar prísir.

Men hvussu er støðan vorðin so galin? Og hvussu kann trupulleikin loysast?

7. oktober kl. 19.00 sýnir Norðurlandahúsið heimildarfilmin PUSH, sum snýr seg um altjóða búðstaðarkreppuna.

Leilani Farha, sum arbeiðir hjá FN, vitjar heimsins stórbýir og borgarstjórar fyri at kanna ummálið og orsøkirnar til kreppuna. Tað, sum hon finnur útav, er bæði skakandi og tankavekjandi, men kanska ber til at venda gongdini?

Filmurin er leikstjórnaður av Fredrik Gertten, sum vann bæði CPH:DOX 2019 og Audience Award.

Filmurin er á enskum við donskum undirteksti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder