Í dag hevur russiski forsetin, Vladimir Putin kallað inn til eykafund í russiska trygdarráðnum. Tað upplýsir Dmitrij Peskov, talsfólk fyri skrivstovuna hjá russiska forsetanum.
Orsøkin til fundin er spenningar millum Russland og Ukraina og Vesturheimin. Sambært Peskov eru eingi tekin um, at støðan batnar fyribils.
Í dag frættust tíðindini um, at ein møguligur fundur verður millum Vladimir Putin og amerikanska forsetan, Joe Biden, men talan er ikki um nakrar ítøkiligar ætlanir, skrivar Ritzau.
Les eisini: Biden og Putin skulu á nýggjan fund
– Tað er ov tíðliga at tosa um ítøkiligar ætlanir fyri at leggja ein toppfund til rættis, sigur Peskov, sum leggur afturat, at samráðingar halda fram á uttanríkismálaráðharrastøði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald