Uttanlands

Putin: Væleydnaður toppfundur

Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur, at toppfundurin millum hann og Trump eydnaðist sera væl

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-19 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at fyrsti toppfundur hansara við amerikanska forsetanum, Donald Trump, eydnaðist sera væl

Sambært TV2 ákærir hann eisini amerikansku mótstøðufólkini hjá Trump fyri at tarna framstig í teimum málum, sum tosað var um á fundinum.

Í dag segði Putin fyri russiskum diplomatum, at sambandið millum USA og Russland "á summum økjum eru verri enn undir kalda krígnum". Men hann legði afturat, at fundurin hjá honum og Trump, ið varð hildin í Helsinki í Finnlandi, er ein møgulig byrjan uppá jaligar broytingar.

"Vit fáa at síggja, hvussu tað fer at menna seg," segði hann, og segði seg stúra fyri ónevndum "kreftum" í USA, ið royna at forða fyri, at sambandið teirra millum gerst betri.

Les eisini: Putin: Russar høvdu einki við amerikanska forsetavalið at gera

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder