Innanlands

Ráða fólkið frá at fara í hagan at leita

Løgreglan biður fólk um ikki at fara at leita eftir horvna dronginum á Sandoynni

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-06-29 09:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan fekk í nátt fráboðan av Sandoynni um at ein níggju ára gamal smádrongur varð saknaður.

  • Eg veit ikki júst hvat er hent í samskiftinum millum foreldur og tey, sum varaðu av dreinginum, men tey vistu ikki hvar drongurin var, og tí sendu vit fólk at leita, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Hildið varð at drongurin møguliga var farin í fjøllini at sova í tjaldi saman við vinfólki, og tí fór løgreglan í hagan at leita klokkan 1 í nátt. Hetta eydnaðist tó ikki serliga væl, tí at tað var svart í mjørka.

Vaktleiðarin sigur, at tey halda seg vita hvar drongurin er, tí at tey hava verið í samband við nøkur av teimum, sum vóru farin í hagan at liggja í tjaldi. Hesi hava roynt at forklára at tey liggja við eitt vatn, og út frá frágreiðingini um hvussu vatnið sær út, heldur løgreglan seg vita hvar tey eru. Løgreglan er í morgun farin avstað við hundi saman við staðkendum bónda at váttað, at drongurin er við teimum.

Løgreglan hevur tó trupulleikar av fólki, sum ætla sær í hagan at leita eftir dronginum.

  • Vit eru noydd at reka fólk avstað. Fleiri fólk eru, sum ætla sær í hagan at leita, men vit mæla staðiliga fólki frá at fara, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan hevur tí sett mann á vegin at steðga fólki, sum ætla sær at hjálpa til við leitingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder