Mentan

Rakel Helmsdal aftur innstillað til norðurlendska virðisløn

”Loftar tú mær?” í uppskoti at vinna virðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna og ungdómsbøkur

2020-04-02 12:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag var avdúkað hvørjar bøkur eru tilnevndar at vinna Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.

Og føroyska íkastið er myndabókin ”Loftar tú mær?” hjá Rakel Helmsdal.

Sostatt verður Rakel tilnevnd tvey ár á rað til somu virðisløn, tí í fjør var hon tilnevnd fyri bókina ”Miljusøgur”.

”Loftar tú mær?” er eisini í uppskoti til at vinna tilsvarandi bókmentavirðislønina hjá Útnorðurráðnum, sum verður latin annað hvørt ár. Tann heiðurslønin verður avdúkað undir Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í november.

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða avdúkaðar í Reykjavík 27. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum.

Rakel Helmsdal var eisini tilnevnd eina nógv størri virðisløn, nevniliga Astrid Lindgren Memorial Award 2020, eisini kallað Alma-virðislønin, sum er heimsins størsta av sínum slag. Men her eru nógv tilnevnd – í ár vóru tey 240 í tali.

Móttakarin av hesi virðislønini skuldi avdúkast á árligu bókamessuni í Bologna í Italia í mai. Men tann messan er avlýst orsaka av korona-smittuni. Men tað er nú avdúkað, at móttakarin verður rithøvundurin Baek Hee-Na úr Suðurkorea.

Tey tilnevndu
Hesar bøkurnar eru í uppskoti til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins:

Danmark:
”Ud av det blå”, myndabók av Rebecca Bach-Lauridsen og Anna Margrethe Kjærgaard.
”Min øjesten”, myndaskaldsøga av Merete Pryds Helle og Helle Vibeke Jensen.

Finnland:
”Vi är Lajon!” myndabók av Jens Mattsson og Jenny Lucander
”Sorsa Aaltonen ja lentämisen oireet” myndabók av Veera Salmi og Matti Pikkujämsä

Føroyar:
”Loftar tú mær?”, myndabók av Rakel Helmsdal

Grønland:
”Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat” myndabók av Juaaka Lyberth og Maja-Lise Kehlet

Ísland:
”Villueyjar”, ungdómsskaldsøga av Ragnhildur Hólmgeirsdóttir
”Egill spámaður” myndabók av Lani Yamamoto

Noreg:
”Draumar betyr ingenting” ungdómsskaldsøga av Ane Barmen
”Når eg jeg gammel nok til å skyte faren min?” ungdómsyrking av Åse Ombustvedt og Marianne Gretteberg Engedal

Samiska máløkið:
”Guovssu guovssahasat” myndabók av Karen Anne Buljo og Inga-Wiktoria Påve

Svøríki:
Hästpojkarna”, ungdómsskaldsøga av Johan Ehn
”Trettonde sommaren” ungdómsskaldsøga av Gabriella Sköldenberg

Áland:
”Segraren”, skaldsøga av Karin Erlandsson

Norðurlendska barna- og ungdómsvirðislønin er 350.000 danskar krónur umframt glasstandmyndina Nordlys. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder