- Av sínum eintingum, og í tí stilla, hjálpir ársins rósa barnafamiljum, einligum foreldrum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum og øðrum við mati og klæðum.
Tað segði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, um ársins rósu, sum í gjárkvøldið varð handað Randi Waag Jacobsen.
- Hon er sera vinarlig og hjálpsom, og við sínum hjartaliga lyndi ger hon alt fyri at stuðla familjum og einstaklingum, tí ongin skal sita svangur á jólum. Ársins rósa hevur seinastu árini sæð ein øktan tørv á at hjálpa, tí tað eru mong, sum hava tað trupult við at fáa pengarnar at strekkja til. Ársins rósa hevur eina Facebook síðu, sum eitur 'Yvirskot til tín'.
Her kunnu fólk seta seg í samband við ársins rósu, um tey hava gávur, sum tey ynskja at geva víðari til onnur. Tað kann m.a. vera gávukort, matur ella jólapakkar.
Seinastu vikurnar hevur tað víst seg, at tað eru mong, sum hava fingið stóra gleði av hjálpini, sum verður veitt í nærumhvørvinum, ljóðar úr grundgevingini.
Hetta er átjandu ferð, at ársins rósa verður handað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald