Innanlands

Reisigildi á Argjum í gjár

Arbeiðið við at útbyggja Dagstovnin á Hamrinum er væl á veg. Dagstovnurin verður størsti í kommununi við millum 160 og 170 plássum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2024-11-09 16:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið við at útbyggja Dagstovnin á Hamrinum er væl á veg. Í gjár var reisigildi.

Tað eru smá tvey ár síðan at Tórshavnar kommuna og Búsetur skrivaðu undir sáttmála um útbygging av dagstovninum.

Útbyggingin fer at gera dagstovnin meira enn tvær ferðir so stóran, sum hann var áðrenn, nú tilsamans 96 dagstovnapláss koma aftrat. Gólvvíddin er 1230 fermetrar, og tilsamans er talan um fýra vøggustovur til 48 børn, og so tvær barnagarðsstovur til 36 børn. Við hesi útbyggingini verður Dagstovnurin á Hamrinum tí eisini størsti dagstovnur í kommununi við millum 160 og 170 plássum.

Upprunaligi bygningurin varð bygdur fyri góðum 20 árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder