2021-09-12 18:26

Seinnapartin í dag vóru springarar funnir út fyri Húsar á Kallsoynni, og í løtuni verða teir riknir á Skálafjørðin.
Útvarpið tosaði við Ludvík við Stein, grindaformann, klokkan 18, og tá vóru bátarnir út fyri Æðuvík.
Veðrið er gott, og raksturin gekk væl. Talan er um nógvar springarar, og ein meting er at tað eru fleiri hundrað.
Seks bátar eru sum nú er við í rakstrinum, men fleiri eru á veg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald