Uttanlands

Rentan fer upp um null í dag

Ongin ivi er um, at miðbankin hækkar rentuna í dag – spurningurin er bara hvussu nógv

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-08 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðin við negativum rentum í Evropa sær út til at vera av, og í dag fer rentan væntandi upp á null aftur.

Í juli mánaði hækkaði EDB, evropeiski miðbankin, rentuna fyri fyrstu ferð síðan 2011, og tá rentufundurin seinnapartin er av, verður roknað við at leiðbeinandi rentan aftur er positiv, skrivar Ritzau.

Rentan fór niður um null í 2014 fyri at seta ferð á brúki, men nú inflasjónin er stór, skal eftirspurningurin tálmast aftur.

Fundurin í dag fær týdning fyri øll, sum til dømis hava lán í húsum sínum til skiftandi rentu.

Um EDB setir rentuna upp, fer danski tjóðbankin eisini at hækka sína rentu. Hetta tí at Danmark hevur ein sokallaðan fastkurspolitikk mótvegis evruni, so at ein evra altíð kostar umleið 7,5 danskar krónur.

Stóri spurningurin undan fundin í ECB í dag er hvussu nógv rentan fer at hækka.

Føroysku peningastovnarnir boðaðu longu eftir rentuhækkingina í juli frá, at rentan eisini fór at hækka í føroysku peningastovnunum. Tann rentuhækkingin er júst komin í gildi her fyrst í september mánaði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder