Týsdagin fall dómurin í George Floyd-málinum í rættinum í Minneapolis. Fyrrverandi løgreglumaðurin Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum ákærum fyri dráp.
Boðað varð frá, at revsingin fór at verða kunngjørd um uml. tveir mánaðir, og nú er greitt, at tað verður 16. juni, skrivar Ritzau.
Derek Chauvin kann fáa upp í 40 ára fongsulsrevsing fyri mest álvarsama ákærupunktið – "second degree murder" – óætlað manndráp.
45 ára gamli fyrrverandi løgreglumaðurin noktaði seg sekan í øllum ákærum.
Rættarmálið móti Chauvin vardi tríggjar vikur. Seinni í ár byrjar rættarmálið móti trimum øðrum fyrrverandi løgreglufólkum, sum eisini luttóku í handtøkuni av George Floyd.
Les eisini: Løgreglumaður funnin sekur í at hava dripið George Floyd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald