Uttanlands

Reyði blokkurin førir tepurt

40 prosent at atkvøðunum eru taldar upp í Svøriki, har tey hava verið á vali í dag. Reyði blokkurin stendur til at fáa 49,7 prosent av atkvøðunum og blaí blokkurin 48,7 prosent

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-11 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sviar hava verið á tjóðartingsvali í dag, og klokkan 20 svenska tíð lótu valhølini aftur.

Liðugt er at telja atkvøður í fleiri enn 2600 av 6578 valdømum, sum svarar til 40 prosent av atkvøðunum, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Reyði blokkurin stendir til at fáa 49,7 prosent av atkvøðunum, og tann blái 48,7 prosent. Restin fer til aðrar flokkar, sum ikki røkka inn um tinggátt.

Verður hugt eftir tingsessum, er tað bara ein sessur, sum skilir blokkarnar.

Tað er framvegis Sosialdemokraterna, um standa til at blíva størst við 30,4 prosent av atkvøðunum. Sverigiedemokraterna er næststørsti flokkur við 20,6 prosent av atkvøðunum.

Borgarligi flokkurin Moderatarnar standa til at fáa 18,3 prosent at atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder