Innanlands

Reyði Krossur stuðlar átøkum at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum

Reyði Krossur Føroya hevur latið hálva millión til Forecast-based Action (FbA) verkætlanir, sum hjálpa londum í Afrika, sum eru rakt av álvarsomum veðurlagskreppum

Mynd: Reyði Krossur

Mynd: Reyði Krossur

2020-12-05 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja frágreiðingin frá Reyða Krossi, ”World Disaster Report 2020”, vísur á, at veðurlagsbroytingarnar uttan samanbering eru størsta hóttan ímóti menniskjaættini.

Heimsumfatandi gransking vísur, at áleið 90% av humaniterum kreppum kring heimin hava við veðurlagið at gera. 2020 hevur víst, at tað ber til at reagera skjótt, tá á stendur, sum til dømis við koronafarsóttini. Um vit megna at taka koronasmittuna í álvara, eiga vit so eisini av álvara at taka tøk ímóti veðurlagsbroytingum – og ongantíð ov skjótt.

Tað sigur Reyði Krossur Føroya, sum hevur valt at stuðla Forecast-based Action (FbA) verkætlanum, sum hjálpa londum í Afrika, sum eru rakt av álvarsomum veðurlagskreppum, eitt nú skerpingi, vatnflóð og ódnarveðri.

Forecast-based tøknin nýtir veðurfrøði og váðalýsingar til at meta um, nær og hvussu álvarsligar vanlukkur fara at raka.

Við at fráboða um eitt nú framtíðar turrveður og vatnflóð, ber til at fyrireika matframleiðsluna og annað frammanundan, og soleiðis fyribyrgja hungursneyð og øðrum álvarsomum humaniterum kreppum, sigur Reyði Krossur.

Reyði Krossur Føroya hevur í ár latið tilsamans eina hálva millión til Forecast-based Action verkætlanir í Afrika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder