Innanlands

Rok í Miðvági

Nógvur politiaktivitetur í Miðvági í kvøld, men løgreglan fær ikki sagt nakað stórvegis í løtuni

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-12-10 00:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórt politivirksemi hevur í kvøld verið í Miðvági. Sjúkrabilur hevur eisini verið á staðnum, skilst.

Á politistøðini í Havn váttar vakthavandi, at ein hending hevur verið í Miðvági í kvøld, men løgreglan fær ikki sagt nakað meira í løtuni.

Sagt verður, at løgreglan kemur við einum tíðindaskrivi seinni í nátt tá tey hava yvirblikk yvir støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder