Innanlands

Rudda Føroyar byrjar í morgin

Talan er um landsumfevnandi rudding, har heitt verður á fólk um at rudda, viga og skráseta burturkast. Sjálvboðin hjálp kemur eisini úr Svøríki

2021-09-10 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vórðu 15 tons av burturkasti skrásett á ruddaforoyar.fo, í samband við at fólk kring landið vóru úti ymsastaðni og tóku sær av burturkasti.

Í oktober 2020 fekk Rudda Føroyar Grønu Gávuna frá Etika - gávan var ein kekkur á slakar 43.000 krónur. Grøna Gávan er peningur fyri sølu av vatni á Etika. Innkomni peningurin verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.

Í døgunum 11.-18. september skipar umhvørvisfelagsskapurin Rudda Føroyar fyri landsumfevnandi rudding og heitt verður í hesum sambandi á fólk um at um at rudda, viga og skráseta burturkast á heimasíðuni.

Millum annað heitir Runavíkar kommuna á borgarar, um at rudda leygardagin tann 18. september, tá skipað fyri rudding í Funningsfirði og á Skipanesi - í fyrra førinum eru tað bygdafólkini, ið hava tikið stig til rudding - meðan á Skipanesi er tað Rudda Føroyar, í samstarvi við Runavíkar kommunu, ið skipa fyri.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar eisini, at Rudda Føroyar í ár fær sjálvbodnað hjálp frá Svøríki til at rudda í Føroyum. Ein bólkur av sviium fer í fjøruna á Skipanesi og ein fer at rudda fram við sjóvarmálanum í Funningsfirði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder