Uttanlands

Russland fer at innlima ukrainsku landslutirnar í hesi vikuni

Hetta hóast umheimurin hevur fordømt ætlanunum um at gera Luhansk, Donetsk, Kherson og Zaporizjzja til partar av Russlandi

Vladimir Putin (Savnsmynd: EPA)

Vladimir Putin (Savnsmynd: EPA)

2022-09-27 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at russiski forsetin, Vladimir Putin, í eini røðu í russiska tjóðartinginum fríggjadagin fer at boða frá, at Russland fer at innlima hersettu landslutirnar í Ukraina og gera teir til part av russiska samveldinum.

Tað boðar bretska verjumálaráðið frá við støði í fregnarupplýsingum, skrivar Ritzau.

Frágreiðingin kemur, nú russiska fólkaatkvøðan í teimum eystastu landslutunum í Ukraina er við at vera av.

USA, ES og G7-londini hava í hørðum vendingum fordømt atkvøðugreiðslurnar, sum Russland skipar fyri í landslutunum Luhansk, Donetsk, Kherson og Zaporizjzja í Ukreina, tí hetta skal vera í andsøgn við ST-sáttmálan og fólkarættin.

- Vit fara aldri at góðtaka fólkaatkvøður, sum tykjast at vera eitt fet í eini ætlan at innlima økini í Russland, skrivaðu G7-ídnaðarlondini í eini fráboðan um vikuskiftið.

- Atkvøðugreiðslurnar eru ólógligar og hava ongan løgfrøðiligan týdning, stóð eisini í fráboðanini.

Fólkaatkvøðurnar, skuldu haldast yvir fimm samdøgur. Tær byrjaðu fríggjadagin og enda í dag.

Íbúgvarnir hava atkvøtt um, hvørt tær fýra ukreinsku landslutirnir skulu innlimast í grannalandið, Russland.

Russisku herdeildirnar hava henda mánaðin mist stór øki á vígvøllinum, bæði har eysturi og har suðuri í Ukreini. Sambært eygleiðarum hevur hetta tvingað Putin til at framskunda fólkaatkvøðurnar, sum Moskva ætlar skulu staðfesta russiska yvirvaldsrættin í økjunum.

Putin hevur sagt, at Russland fer at gera alt fyri at verja síni øki. Hetta verður fatað sum ein hóttan um at brúka kjarnorkuvápn til tess at forða Ukraina í at endurvinna økini aftur.

Putin hevur eisini kallað umleið 300.000 herfólk frá reservuni, og hetta hevur elvt til ófrið í summum pørtum av Russlandi og hevur eisini fingið fleiri russiskar menn til at flýggja til grannalondini.

Sambært Tass-tíðindastovuni ger russiska tjóðartingið seg til reiðar at viðgera eina lóg um at innlima ukreinsku økini í hesi vikuni, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder