Uttanlands

Russland: Upp í tíggju ára fongsul fyri at rýma undan hertænastu

Sambært nýggjari lógarbroyting er revsingin í minsta lagi trý ára fongsul og í mesta lagi tíggju ára fongsul, um mann rýmir úr hertænastu í krígstíð ella í sambandi við einum vápnaðum stríði

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur góðkent eina broyting í revsilógini, sum kann geva millum trý og tíggju ára fongsul fyri at rýma undan hertænastu (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur góðkent eina broyting í revsilógini, sum kann geva millum trý og tíggju ára fongsul fyri at rýma undan hertænastu (Mynd: EPA)

2022-09-25 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur góðkent eina broyting í russisku revsilógini, sum inniber, at mann kann fáa upp í tíggju ára fongsul, um mann verður innkallaður til herin og rýmir undan hertænastu.

Rýmir mann úr hertænastu í krígstíð ella í sambandi við einum vápnaðum stríði, er revsingin í minsta lagi trý ára fongsul og í mesta lagi tíggju ára fongsul.

Hendan lógarbroytingin kemur fáar dagar eftir, at Putin boðaði frá, at 300.000 hermen afturat skuldu kallast inn.

Tað var mikudagin, at boðað varð frá, at fleiri skuldu sendast til Ukraina, og síðan tá eru russar í hópatali rýmdir av landinum, m.a. umvegis grannalondini Georgia og Finnland.

Russiski herurin boðar tó eisini frá, sambært Ritzau, at í minsta lagi 10.000 persónar longu hava bjóðað seg fram til hertænastu. Tey komu fyrsta dagin, uttan at bíða eftir at verða kallaðir inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder