Um vikuskiftið verður nógv virksemi á Drelnesi og úti á Trongisvágsfirði í sambandi við tiltakið Salt-sigling.
Salt á Drelnesi skipar fyri tiltakinum saman við felagnum Føroysk Træseglskip og Tvøroyrar kommunu.
Ein ørgrynna av tiltøkum er á skrá. Byrjað verður seinnapartin fríggjadagin, tá føroysku træseglskipini stevna inn á Trongisvágsfjørð, og móttøka verður á Drelnesi har Tvøroyrar hornorkestur spælir og Kristin Michelsen, borgarstjóri, heldur røðu.
Leygardagin verður økið uttanfyri Salt opið frá klokkan 13 til 19 har ymisk tiltøk verða á skrá. Hoppiborgir, andlitsmáling, skúmbað, heilsufremjandi átøk, harmonikutónleikur, sjórænaratiltak – her verður okkurt fyri øll!
Skráin sæst á heimasíðuni hjá Salt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald