Innanlands

Samleikin brúktur 2 milliónir ferðir

40.000 fólk hava nú skrásett seg við Samleikanum

2022-07-12 12:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani Samleikin varð tikin í nýtslu í oktober 2020, er hann brúktur tvær milliónir ferðir.

Samleikin gevur okkum atgongd til almennar og privatar tænastur alt samdøgrið, eisini tá ið talan er um at undirskriva skjøl og avtalur. 

40.000 fólk hava skrásett sær Samleikan og hava harvið atgongd til tænasturnar, ið gera brúk av Samleikanum.

Eitt av aðalmálunum við Samleikanum var at seta í verk eina felags loysn fyri alt samfelagið, sum ger at føroyingar á ein og sama hátt trygt rita inn og undirskriva skjøl.

Í Talgildu Føroyum fegnast tey um góðu undirtøkuna av Samleikanum.

Í leinkinum niðanfyri sært tú, hvar Samleikin kann brúkast. Í heyst verður farið undir størri útbreiðslu av talgildu undirskriftini – bæði á Vanganum og hjá øðrum tænastuveitarum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder