
Nú styttist til framsýningin um Havnina undir krígnum letur aftur. Framsýningin lat upp tíðliga í summar í sambandi við, at tað í ár eru 75 ár síðan at bretska hersetingin í Føroyum endaði.
Kríggið hevði stóra ávirkan í Føroyum, bæði politiskt, fíggjarliga og mentanarliga.
Hersetingarvaldið hevði høvuðssæti í Havn og Skansin varð gjørdur til høvuðsstøð hjá Flotanum. Eini 150 – 200 barakkir vóru settar upp, sum skuldu hýsa hermonnunum. Teir vóru umleið 1000 mans, tá ið teir vóru flestir. Tann størsta barakk-eindin lá á Frúutrøð og varð kallað Ladyfield. Og tað er júst á Frúutrøð – í gamla Musikkskúlanum, sum nú er býarsavn, at fólk kunnu uppliva framsýningina um Havnina undir krígnum.
Á framsýningini ber til at síggja lutir frá krígnum, bæði frá gerandisdegnum og sjálvari hersetingini. Og nú tað stundar til jóla er eisini klippi-verkstova til børnini.
Framsýningin er opin hvønn dag kl. 14 – 17 fram til og við 6. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald