2020-11-30 07:57

Løgreglan tók heilar seks bilførarar um vikuskiftið fyri at koyra við kenning.
Fýra av bilførarunum vórðu avdúkaðir í sambandi við kanningar, sum vórðu framdar í tilknyti til serlig átøk, sum løgreglan hevur, nú árstíðin fyri jólahald er byrjað.
Í tveimum førum vórðu rúsdrekkakoyrarar avdúkaðir avdúkaðir í sambandi við ferðsluóhapp.
Bæði hendu sunnumorgunin, ávikavist klokkan hálvgun trý og hálvgun sjey. Og í báðum førum kom ein garður í vegin, tí hvørgin av bilførarunum megnaði at halda seg á vegnum, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald