Uttanlands

Serligur jólasiður við bóltspæli í Orknoyggjum

Ba varð aftur í ár kempað í gøtunum í Kirkwall

(Mynd: The Orcadian)

(Mynd: The Orcadian)

2020-01-02 15:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ymist er hvussu nýggjárssiðir eru í londunum kring okkum.

Í Orknoyum fyri sunnan er ein siður, sum gongur fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Tað er við bóltleikinum, kallaður Ba, sum verður leiktur fyrsta dag í árinum.

Tað savnar nógv fólk, tá hesir leikir fara fram í miðbýnum í Kirkwall, høvuðsstaðnum í Orknoyum. Kapping er fyri bæði menn og dreingir, kvinnur og gentur. Men ongin tíðaravmarking er í spælinum, sum kann taka alt frá fáum minuttum til fleiri tímar.

Ba er eitt bóltspæl, sum kanska er upprunin til ta á bretsku oyggjunum so vældámdu ítróttina rugby. Í stuttum snýr tað seg um at fáa ein bólt fram til eitt ávíst stað, og tann partur, sum klárar tað, hevur vunnið.

Tað er partar av býnum, sum berjast móti hvør øðrum. ’Uppies’ móti ’downies’ ella ’doonies’. Altsu tey, sum búgva í erva móti teimum úr neðra. Maðurin, sum fær bóltin fram á mál, er ársins hetja.

Tað vóru the uppies, sum vunnu Ba-dystin fyri menn í ár. Dysturin vardi nakað yvir seks tímar, skrivar The Orcadian.

Tað ser rættiliga sermerkt, at leikirnir fara fram í gøtunum í býnum. Sum vera mann, kann vera talan um ógvusligan bardaga, og tí vera handilsvindeygu og aðrir gluggar í býnum væl skalkaðir til meðan leikirnir fara fram.

Ba-bóltleikur verður spældur í fleiri býum í Skotlandi eisini.

[object Object]
Yule-log (Mynd: The Orcadian)

Yvirhøvur eru tey røsk at halda gamlar veitslusiðir í hevd í oyggjunum sunnan fyri okkum. Í Stromness í Orknoyum hava tey tikið upp jólasiðin við at hava ’log-contest’ á jólum. Talan er um togtogan millum tveir partar, har ein tungur viðarbulur er miðjan á línuni.

Og so er tað stóra víkingaveitslan Up Helly Aa við stórum báli har eitt víkingaskip verður brent, og menn í víkingaklæðum ganga kyndlagongd gjøgnum býin, eitt tiltak, sum skapar størri uppmerksemi kring heimin, enn nýggjársveitslan í Vági.

Up Helly Aa verður hildið seinasta hósdag í januar mánaði fyri at markera, at jólahøgtíðin – ’the yule season’ – er av.

Hjá okkum føroyingum er tíverri sera trupult at uppliva hesi veitsluhald, sum verða hildin á hávetri, nú einki ferðafólkasamband er millum Føroyar og oyggjarnar norðan fyri Skotland. 

[object Object]
Up Helly Aa (Mynd: Visualhunt.com)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder