Innanlands

SEV: Øll fingið streymin aftur

Neyðugt verður tó at bróta streymin til Bókbindaragøtu við síðugøtunum av á midnátt

(Mynd: Sev.fo)

(Mynd: Sev.fo)

2019-12-09 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brekini, sum hava elvt til óstøðuga streymveiting og streymslit um vikuskiftið og í dag eru nú rættað.

Hesum boðar SEV frá í kvøld.

Skælingslinjan er umvæld, kaðalbrekið í Havn og brekið við háspenningsfeltinum eisini í Havn eru rættað og klokkan 16.30 fingu fólk í Eysturbýnum streymin aftur sum tey seinastu.

Tað var í morgun, at streymurin fór um alt meginøkið. Ymsastaðni kom hann skjótt aftur, og aðrastaðni var hann vekk í fleiri førum. Men nú skuldi alt verið í lagi aftur, sigur SEV.

Lagt verður afturat, at tað verður neyðugt, at at bróta streymin av til Bókbindaragøtu við síðugøtum í á midnátt til hálvgun eitt í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder