
Í sambandi við Vestmannadagarnar, sum eru hesa vikuna, var seinnapartin uppboðssøla við trimum veðrum.
Veðrarnir hava gingið í Góðmanskor. Tveir vóru seldir livandi, meðan hin triði varð seldur sundurlimaður.
Nógv fólk var komið saman til tiltakið, sum var á Heygum í Vestmanna. Samlaða sølan var 27.000 krónur. Tann eini veðrurin var seldur fyri 6.000 krónur, og hin fyri 7.500 krónur. Av tí sundurlimaða fór eitt tjógv fyri 3.000 krónur.
Stóra brakið á Vestmannadøgunum verður í kvøld, tá konserttiltakið “Rokkur í Vestmanna” er á skrá.
Á pallinum vera Deiggj, Hamradun, MC-Hár og Brim, og íslendsku Pink Floyd tulkararnir Dúndurfréttir.
-
Tónleikur áðrenn uppboðssøluna (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald