
Fríggjadagin var fráfaringarløta fyri Sigrid Arge, sum 31. august fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu eftir 25 ár.
Áðrenn hon tók við sum tannlæknastjóri í 1996, hevði hon starvast sum tannlækni í 14 ár, og sostatt hevur Sigrid starvast í kommunalu barnatanntøktini í samfull 39 ár.
Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hann helt røðu fyri Sigrid. Øll røðan kann lesast her.
Hetta er bert aðru ferð í drúgvu tannlæknasøguni hjá kommununi, at ein tannlæknastjóri fer frá. Fyrsti tannlæknastjórin var Erling Simonsen, og 1. september verður Sigrid Arge avlýst av Unn Jakobsen.
Eftir at borgarstjórin hevði takkað Sigrid fyri trúgva og drúgva tænastu, handaði hann henni blómur og gávu frá kommununi.
Les eisini: Unn Jakobsen nýggjur tannlæknastjóri í høvuðsstaðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald