Sjálvstýri boðar í kvøld frá, at Beinta Klakstein stillar upp fyri flokkin. Tá Sjálvstýri í gjár legði sína valskrá fram vóru tíggju menn á vallistanum.
Flokkurin hevði verið í samband við fleiri kvinnur, men tað hevði ikki eydnast at fingið nakra av teimum upp á listan. Nú eydnaðist tað so.
Beinta er 40 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur og starvast sum leiðari í frítíðarskúla. Harumframt er Beinta býráðslimur í Klaksvíkar Býráð fyri Sjálvstýri.
Sostatt eru 11 valevni á listanum hjá Sjálvstýri. Fyrr í dag hevur ljóðað av Kristin Michelsen skal vera ávegis upp í flokkin, men hetta er enn ikki váttað.
Freistin hjá flokkum at lata valevnislistan inn er í annaðkvøld klokkan 18.
Yvirlit: Her eru tey sum higartil hava boðað frá, at tey stilla upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald