placeholder
Uttanlands

Sjey fólk deyð og ein millión ongan streym

Stormurin Florence herjir USA

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-15 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Florence verður nú nevndur ein tropiskur stormur heldur enn ódn.

Hetta merkir tó ikki, at Florence ikki hevur elvt til nógvan skaða.

Í statunum North Carolina, South Carolina og Virginia vórðu uml. 1,7 milliónir fólk biðin um at lata seg burturflyta.

Sambært DR hava í minsta lagið sjey fólk latið lív, og ein millión fólk eru nú uttan streym.

Ein av teimum, ið hevur latið lív er ein kvinna, sum doyði av hjartasteðgi, tá tað ikki eydnaðist  bjargingarfólkum at koma henni til hjálpar, áðrenn tað var ov seint, tí vegurin til heim hennara varð sperraður av koppaðum trøum.

Les eisini: Hervilig ódn rakar USA hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder