Innanlands

Sjónám: Nýggjur leistur fyri atstøðaraútbúgving væl móttikin

Ikki longur kravt at siglingartíð verður tikin millum bæði skeiðini – eisini er aldursmarkið slept

Næmingar og lærarar frá Sjónámi vóru á ferð í Grønlandi í summar

Næmingar og lærarar frá Sjónámi vóru á ferð í Grønlandi í summar

2022-07-14 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík hevur seinastu tvey árini verið eitt sindur øðrvísi skipað.

Uttanríkis- og mentamálaráðið tók summarið 2020 avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um seks mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.

Samstundis var kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.

Hesi tvey fyrstu royndarárini, har skipsatstøðaraútbúgvingin við einum samanhangandi skeiði á fult skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið, kunnu sigast at hava hepnast sera væl. Nú fáa næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og fáa sostatt prógv sum fulltiknir skipsatstøðarar eftir loknan lestur - tó at ávís siglingartíð skal til áðrenn vinnubræv verður útskrivað.

Broytingarnar vóru framdar sum ein royndarskipan við heimild í løgtingslóg frá 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.  

Sjónám skilur, at vinnan hevur tikið væl ímóti nýggja leistinum, nakað ið sæst aftur við at skipsatstøðarar hava havt lætt við at fáa tjans eftir loknan lestur. Harafturat styttur útbúgvingin munandi um siglingartíðina fyri tey, ið ætla sær at søkja á skipara útbúgving seinni.

Sjónám vil við hesum heita á tey, ið umhugsa at søkja á útbúgvingina, at gera skjótt av fyri at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina.

Tíðindaskriv frá Sjónám 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder