Tá kokkurin Gutti Winther um vikuskiftið ferð at matgera til árliga floksmannadagin í Hattarvík, verður høgi hjá luttakarunum at smakka svínaskinku, sum hevur hingið til turkingar í Norðrasta Haga í Skálavík.
Tað var í januar mánaði í fjør, at fimmti svínaskinkur frá Danish Crown vórðu hongdar upp í hjallinum, sum Tórkil Dalsgaard, bóndi á Dalsgarði, hevur í Norðrasta haga norðan fyri Skálavík. Talan er um eina verkætlan, sum Tórkil Dalsgaard hevur staðið fyri í samstarv við matígongdsetaran Johan Mortensen.
Les eisini: Turka nú grísaskinkur í Norðrasta haga
Nú verður mett at skinkan er búnað og turkað so mikið, at hon er búgvin til borðreiðingar. Frumsmakkiroyndin verður sostatt úti í Hattarvík saman við nógvum øðrum góðum mati leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald