2022-09-11 22:26
Kistan við bretsku drotningini fór fyrrapartin úr Balmoral slottinum í Skotlandi, og varð koyrd til skotska høvuðsstaðin Edinburgh. Koyrt varð eisini gjøgnum býirnar Aberdeen, Dundee og Perth.
Nógv fólk vóru savnaði á gøtunum í Edinburgh fyri at siga Elizabeth II farvæl fyri seinastu ferð. Elizabeth drotning doyði hósdagin 96 ára gomul.
Í morgin verður kistan flogin til London og flutt til Westminister-slottið, har kistan fer at liggja fram til jarðarferðina mánadagin 19. september klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald