
Hóskvøldið okkara tíð varð ein persónur handtikin í sambandi við ein skottilburð á einum universiteti í amerikanska statinum Florida.
Sambært NBC News lótu tvey fólk lív, og seks onnur vórðu særd. Upplýst verður tó ikki, hvussu álvarsliga løstað hesi seks fólkini eru.
Hetta hendi á Florida State University í býnum Tallahassee.
Trý skotvápn eru funnin í sambandi við hendingina. Persónurin, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, er 20 ár og lesandi á universitetinum.
Viðkomandi er sonur einum løgreglufólki. Hann hevði atgongd til eitt vápn, sum fyrr hevur verið brúkt av løgregluni, og eisini skal hann hava luttikið í løgregluvenjingum. Hann varð raktur av skotum frá løgregluni á staðnum.
Sambært løgregluni vóru tey bæði, sum lótu lív, ikki lesandi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Florida State University verður rakt av einum skottilburði. Í 2014 vórðu trý fólk særd - tvey lesandi og eitt starvsfólk - tá ein fyrrverandi lesandi lat skot av á høvuðsbókasavninum á universitetinum.
Florida State University upplýsir, at alt virksemi er avlýst í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald