Innanlands

Skúlin við Løgmannabreyt ársins grøni skúli

Skúlin hevur nógv átøk sum skulu vera við til at skilja rusk. Tað er fyritøkan Hugla, sum hevur givið heiðurin

Høgni Joensen, skúlastjóri (Mynd: Hugla)

Høgni Joensen, skúlastjóri (Mynd: Hugla)

2022-10-13 17:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugla hevur í dag givið heiðurin “Ársins grøni skúli” til Skúlan við Løgmannabreyt. 

Skúlin ger nógv við at skilja rusk, og hevur á skúlastovum heimagjørt skiljiborð, sum er gjørt úr endurnýtslu tilfari. Hetta er við til at gera næmingar tilvitaðar um at skilja ruski, og at luttaka aktivt í tilgongdini. 

Á lærarastovuni verður kaffigrums savnað, til at leggja út millum trøðini uttanfyri. Trærestir úr smíðstovuni verða nýttar til sankutøð, og jólatræið, verður á hvørjum ári gjørt til flis. Skúlin hevur toyposar, fyri at sleppa undan plastposum og skipar hvørja viku fyri útiskúla, har børnini eru úti og læra um náttúruna v.m. Skúlin ruddar eisini javnan í Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder