2019-09-20 15:08
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fólk í Vágs kommunu skulu í løtuni kóka drekkivatnið.
Kommunan skrivar, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, og verða fólk tí biðin um at kóka vatnið, til nærri boð verða givin.
Nýggjar vatnroyndir eru tiknar í dag og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald