Innanlands

Søgan um søgurnar sunnudagin

Á Bókadøgunum verður millum annað møguleiki fyri, at hoyra rithøvundarnar handan "Gloymdur" og "Góða systi" greiða frá, hví tær fóru undir at skriva sínar fyrstu bøkur

Solby Christiansdóttir verður sunnudagin á breddanum við sínari bók í Norðurlandahúsinum, eins og Margit Baadsager og Jan Lamhauge verða

Solby Christiansdóttir verður sunnudagin á breddanum við sínari bók í Norðurlandahúsinum, eins og Margit Baadsager og Jan Lamhauge verða

2019-11-22 13:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar av mest umtalaðu bókunum, ið eru komnar út seinastu tíðina, verða umrøddar sunnudagin á Bókadøgunum, ið eru á skránni í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum.

Fyrst eru tað Solby A. Christiansdóttir og Margit M. Baadsager, ið fara aftur um søgunar í bókunum "Gloymdur" og "Góða systi", ið báðar snúgva seg um at missa ein av sínum nærmastu orsakað av sjúku. Sprotin, ið hevur staðið fyri báðum útgávunum, skrivar, at tær millum annað fara at vísa fram lutir, ið vóru avgerandi fyri tilgongdina. Høvið verður eisini til eitt prát við Solby og Margit

Eftir hetta verður samrøða við Solby og Jan Lamhauge, ið júst er komin út við bókini "Svik", ið snýr seg um skattamálið hjá EIK, ið hann dekkaði fyri Kringvarp Føroya. Heitið á tí løtuni, ið byrjar klokkan 17.00, er "Journalistiskt Avrik". Tað verður Kári Sólstein, ið fer at seta spruningar til høvundarnar. 

 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder