Uttanlands

ST-felagsskapur sleppur ikki at virka í Ísrael

Talan er um UNRWA, sum tekur sær av palestinskum flóttum í Miðeystri

Palestinar í Khan Younis fáa sekkir við mjøli frá UNRWA-starvsfólkum (Mynd: EPA)

Palestinar í Khan Younis fáa sekkir við mjøli frá UNRWA-starvsfólkum (Mynd: EPA)

2024-11-04 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samstarvið millum Ísrael og ST-felagsskapin UNRWA, sum er felagsskapur fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri, steðgar, upplýsir ísraelska uttanríkismálaráðið.

Í farnu viku samtykti ísraelska tjóðartingið, Knesset eina lóg, sum bannar virksemið hjá UNRWA í Ísrael, og Ísrael hevur nú kunnað ST um avgerðina.

UNRWA samskipar stórtsæð alla neyðhjálp í Gaza. Felagsskapurin arbeiðir í hersettum palestinskum økjum umframt Libanon, Sýria og Jordan, skrivar Ritzau.

Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Israel Katz sigur, at UNRWA hevur tilknýti til Hamas. Sambært honum luttóku starvsfólk hjá UNRWA í álopinum 7. oktober 2023, og eru nógv av starvsfólkunum agentar hjá Hamas, og harvið ein partur av trupulleikanum og ikki loysnini.

Tað var í januar, at Ísrael ákærdi starvsfólk hjá ST-felagsskapinum fyri at hava hjálpt Hamas í álopinum á Ísrael, og kanningar hava síðani víst, at níggju starvsfólk kunnu hava spælt ein leiklut, og vórðu tey tí uppsøgd.

Danny Danon, ST-sendifólk hjá Ísrael sigur, at Ísrael framvegis vil stamstarva við hjálparfelagsskapum, men ikki við felagsskapum, sum stuðla yvirgangi móti ísraelum.

Barbara Woodward, ST-sendifólk hjá Stórabretlandi, sigur, at ákærurnar eru kannaðar, og at eingin orsøk er til at slíta sambandið vi UNRWA, og at Ísrael hevur skyldu til at tryggja, lívbjargandi arbeiðið hjá felagsskapinum kann halda fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder