Leygardagin var eitt serligt vápn selt fyri 900.000 amerikanskar dollarar á uppboðssølu á amerikanska auktiónshúsinum Rock Island Auction.
Talan var um ein lasarapistól, sum Han Solo (spældur av Harrison Ford) brúkti í filminum "Star Wars: A New Hope", sum kom út í 1977 sum tann fyrsti filmurin í vælumtóktu science fiction-røðini.
Pistólurin er ein av trimum, sum vórðu framleiddir til filmsupptøkurnar, men bert hesin eini er eftir.
Sambært Ritzau varð áðrenn uppboðssøluna mett, at pistólurin fór at verða seldur fyri millum 300.000 og 500.000 dollarar, men hann endaði við at verða seldur fyri væl meira enn tað.
Ikki verður upplýst, hvør keyparin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald